Um

img_3981

bituff varð stovnað av Rannvá Troest og Maibrtt Højgaard hin 11. august 2016. Við grundleggjandi hugsanini um, at alt ber til, bjóða vit undirvísing, ráðgeving og fyriskipan til vinnulív og einstaklingar.

Umframt at skipa fyri fyrilestrum, skeiðum, ráðstevnum og øðrum, fyri bæði fyritøkur og einstaklingar, bjóðar bituff ráðgeving og tænastur, ið verða samansettar eftir tørvi og ynski. Vit arbeiða út frá hvørjari einstakari uppgávu og tørvinum hjá tí einstaka kundanum.

Navnið bituff merkir at vera tough og kann í slangútgávu stavast tuff og merkir, at vera hvassur, kul, frálíkur og óførur. Eftirsum at tað kann vera avbjóðandi og strævið fyri fólk at læra, gera okkurt nýtt, broyta hugburð ella bjóða sær sjálvum av, vilja vit stuðla og viðurkenna hesa strembanina við okkara virksemi.

Okkara toymi!