bituff

img_3981

bituff varð stovnað av Rannvá Troest og Maibrtt Højgaard hin 11. august 2016. Vit bjóða vit undirvísing, fyriskipan, førleikamenning og ráðgeving til vinnulív og einstaklingar.

Umframt at skipa fyri fyrilestrum, skeiðum, ráðstevnum og øðrum, bjóðar bituff ráðgeving og tænastur, ið verða samansettar eftir tørvi og ynski. Vit arbeiða út frá hvørjari einstakari uppgávu og tørvinum hjá tí einstaka kundanum.

Navnið bituff merkir at vera tough og kann í slangútgávu stavast tuff og merkir, at vera hvassur, kul, frálíkur og óførur. Eftirsum at tað kann vera avbjóðandi og strævið fyri fólk at læra, gera okkurt nýtt, broyta hugburð ella bjóða sær sjálvum av, vilja vit stuðla og viðurkenna hesa strembanina við okkara virksemi.

Okkara toymi!