Týskt í ferðavinnuni v/Turid Thomsen

Týskt í ferðavinnuni v/Turid Thomsen

Tað er royndi miðnámsskúlalærarin Turid Thomsen, sum undirvísir á skeiðunum, ið eru málrættað ferðavinnuni.

Turid skrivar soleiðis um seg sjálva:
Síðan eg sum ung var skiftisnæmingur í Týsklandi, hevur týska málið, mentanin og landið verið partur av mínum lívi. Eg eri útbúgvin cand. mag. við týskum sum høvuðsgrein og donskum sum hjágrein. Eg havi drúgvar royndir sum undirvísari á Miðnámi á Kambsdali og gleði meg til nú eisini at arbeiða við týska málinum uttan fyri skúlans gátt. Alt samband byrjar sum samband millum menniskju, og tí er tað so týdningarmikið við samskiftisførleikum í fremmandamálum. Við at duga fremmandamál fært tú ikki bara lættari samband við fólk og innlit í aðrar mentanir, men tú fært eisini møguleikan at finna nýggjar síður í tær sjálvum/sjálvari og at síggja títt egna land við gestsins eyga.
Bis bald!

Les meira um skeiðini