Tú verður ongantíð liðugur at arbeiða við samleika


Tú verður ongantíð liðugur at arbeiða við samleika


Hesi orðini eigur Ólavur Jensen, sum leiðir Vinnurákið komandi fríggjadag 8. juni í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum frá kl. 13-16.

Umheimurin broytist alla tíðina og kappingarneytarnir við. Um tú ynskir at vera partur av ”gaminum”, mást tú fylgja við sum fyritøka/stovnur og støðugt arbeiða við tillagingum. Um tú stendur í stað og einki gert, dragnar tú afturúr. Neyðugt er at fylgja við og gera neyðugu átøkini, langt áðrenn reyðu perurnar fara at blinka.

Sum dømi nevnir Ólavur, at eitt navnaskifti sjálvandi er eitt gott høvi at arbeiða við samleika, men allar fyritøkur/stovnar, lítlar sum stórar, kunnu styrkja um sína støðu við at arbeiða við sínum samleika. Arbeiðast skal støðugt við samleikanum fyri at hesin veruliga verður arbeiddur inn í gerandisdagin í fyritøkuni/stovninum. Tað er sera spennandi og motiverandi hjá starvsfólki at vera við í arbeiðnum við samleikanum, ið fyrst og fremst snýr seg um atburð og virðir. Arbeiðið við samleika skapar áhuga, og øll kenna seg sum ein part av stóru heildini, óansæð hvar í fyritøkuni tú starvast. Tað er sera týdningarmikið at finna eitt felags stev – ikki bara einaferð, men við jøvnum millumbilum.

Hetta og nógv annað fer Ólavur Jensen at umrøða á Vinnurákinum komandi fríggjadag 8. juni. Afturat sær hevur hann samstarvsfelagan Camilla Frederiksen frá fyritøkuni Stereo Associates, sum í gerandisdegnum arbeiðir við samleika og samskifti hjá fyritøkum og stovnum á altjóða marknaðinum. Skunda tær og melda til dagin (kostnaður 395 v/mvg). Les meira HER, og minst til; tað er avmarkað luttøka.