VIZ FO 2018

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

VIZ FO 2018

MELDA TIL

Ynskir tú at gerast betur til at samskifta visuelt, so kom við á VIZ FO 2018, ið er ein íblástrar- og menningardagur um persónligt visuelt samskifti.

Skapa áhuga og innliving við at tekna og lýsa tína hugsan, prosessir og verkætlanir visuelt. Øll kunnu læra at samskifta visuelt og greitt. Á hesum skapandi og praktiska degi, fært tú góð ráð, nýggjar førleikar og spennandi snildir frá royndum undirvísara í visuellum samskifti.

Undirvísari
Á degnum fer Jesper Oehlenschläger, ið hevur drúgvar royndir innan Grafiska Fasilitering, visuella miðlan og samskifti, at geva íblástur og læra frá sær.

Hvør kann luttaka?
VIZ FO 2018 er ætlaður øllum, sum eru áhugaði í visuellum samskifti, bæði teimum, ið longu brúka Grafiska Fasilitering og tykkum, ið ongantíð hava roynt tað fyrr. Ert tú leiðari, undirvísari ella starvsfólk, so kanst tú fáa nyttu av at styrkja tíni samskiftisevni. Tú verður ein betri miðlari, leiðari og starvsfelagi – og kanst brúka tíni samskiftisevni í nógvum sambondum.
Tað er ikki neyðugt at duga at tekna.

Tíð, stað og kostnaður
Hósdagin 8. novembur frá kl. 9-15 í Skálanum í Norðurlandahúsinum.
Luttøkukostnaður: 3.495 kr. íroknað mvg, tilfar og ábit.

Tryggja tær pláss HER

Meira um Jesper Oehlenschläger!

November 08 2018

Details

Date: 8. November
Time: 09:00 - 15:00
Cost: 3.495KR
Tiltøk Tags: