Verkætlanardagur 2019

Loading Tiltøk

Verkætlanardagur 2019

SET X Í KALENDARAN

Verkætlanardagurin 2019 verður hildin fríggjadagin 22. mars frá kl. 9.00 – 16.00 í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Komandi ár bjóðar bituff aftur til ein heilan dag um verkætlanarleiðslu, hetta er sostatt triðja árið á rað at dagurin verður fyriskipaður.

Endamálið við verkætlanardegnum er at:
• at geva verkætlanarleiðarum og øðrum ið arbeiða við verkætlanum íblástur
• at menna og lyfta støðið og góðsku á verkætlanararbeiði
• at menna yrkið, soleiðis, at verkætlanir geva vinning og virði fyri rætta viðkomandi

Í 2017 var høvuðsevnið HVAT ER EIN GÓÐUR VERKÆTLANARLEIÐARI og í 2018 var evnið SMIDLIG VERKÆTLANARLEIÐSLA – hví, hvat og hvussu. Evnið fyri 2019 verður kunngjørt seinni í ár.

Dagurin er ætlaður tær, ið onkusvegna arbeiðir við verkætlanum. Á verkætlanardegnum gera vit ikki mun á fak- ella vinnuøki, men ynskja at menna verkætlanarleiðslu sum amboð, tilgongd, ástøði og yrkisleið.

Verkætlanardagurin vendir sær sostatt til øll tykkum, ið arbeiða við ella rundanum verkætlanir óansæð vitanarstøði, royndir ella vinnuøki. Verkætlanardagurin er ætlaður verkætlanarleiðarum hjá tí almenna og í vinnulívinum, umframt øllum teimum, ið hava áhuga fyri verkætlanarleiðslu ella eru tilknýtt eini verkætlan.

Vælkomin til Verkætlanardagin 22. mars 2019.

Kostnaður 2.495 kr. íroknað MVG

Melda til HER.

March 22 2019

Details

Date: 22. March, 2019
Time: 09:00 - 16:00
Cost: 2.495KR