Verkætlanardagur 2018

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Verkætlanardagur 2018

Í hølum hjá Starvsmannafelagnum fríggjadagin 23. mars kl. 9.00-17.00.

bituff bjóðar enn einaferð til ein heilan dag um verkætlanarleiðslu. Dagurin er ætlaður tær, ið onkusvegna arbeiðir við verkætlanum. Á verkætlanardegnum gera vit ikki mun á fak- ella vinnuøki, men ynskja at menna verkætlanarleiðslu sum amboð, tilgongd, ástøði og yrkisleið.

Endamálið við verkætlanardegnum er at:
• at geva verkætlanarleiðarum og øðrum ið arbeiða við verkætlanum íblástur
• at menna og lyfta støðið og góðsku á verkætlanararbeiði
• at menna yrkið, soleiðis, at verkætlanir geva vinning og virði fyri rætta viðkomandi

Í ár er høvuðsevnið SMIDLIG VERKÆTLANARLEIÐSLA – hví, hvat og hvussu. Smidlig verkætlanarleiðsla kenna vit á donskum sum agil ella á enskum sum agile verkætlanarleiðsla.

Yvirskipaða endamálið 23. mars er at luttakararnir á degnum fáa innlit í hvussu farast skal fram, um ynski er at arbeiða smidligt við verkætlanum. KT-vinnan var fyrst á pallinum við smidligu hugsanunum fyrst í 90-unum fyri skjótt 30 árum síðani. Í dag eru nógv vinnuøki áhugaði í at arbeiða smidligt, tí krøv um at alt skal vera betri, bíligari og skjótari fyri sama ella minni tilfeingi, er nakað tey flestu kenna til. Kappingin er hørð, tøkniliga menningin skjót og ofta hoyrist at alt er vorðið meira ”komplekst” í dag enn tað var fyrr.

Á skránni fyri Verkætlanardagin 2018 hava vit bæði føroyskar og danskar røðarar, ið eru roynd fólk innan ástøði og arbeiði við smidligari verkætlanarleiðslu. Evasta mál fyri dagin er at øll, ið koma til Verkætlanardagin, skulu fáa innlit í grundhugsan og amboð og fáa íblástur til at byrja ella arbeiða víðari við smidligari verkætlanarleiðslu. Verkætlanardagurin vendir sær sostatt til øll tykkum, ið arbeiða við ella rundanum verkætlanir óansæð vitanarstøði, royndir ella vinnuøki.

Verkætlanardagurin er ætlaður verkætlanarleiðarum hjá tí almenna og í vinnulívinum, umframt øllum teimum, ið hava áhuga fyri verkætlanarleiðslu ella eru tilknýtt eini verkætlan.

Vælkomin til Verkætlanardagin 23. mars 2018.

Kostnaður 2.495 kr. íroknað MVG

Melda til HER!
Til ber eisini at melda til við at skriva til info@bituff.com og fáa rokning sendandi.

Les meira um fyrilestrahaldararnar HER

March 23 2018

Details

Date: 23. March
Time: 09:00 - 17:00
Cost: 2.495KR

Venue

Starvsmannafelagið

Tórshavn, Faroe Islands

+ Google Map