Týskt í ferðavinnuni – I

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Týskt í ferðavinnuni – I

Sprechen Sie Deutsch?
Og hvat svarar tú?

Talið av ferðafólkum, sum vitja Føroyar, økist støðugt, og ein stórur partur av teimum vitjandi eru týskarar ella úr týskttalandi londum. Á hesum skeiði verður dentur lagdur á, at luttakararnir læra og venja at tosa týskt í ymiskum samskiftisstøðum við ferðafólk. Kunning um týskttalandi londini og mentan teirra verður eisini partur av skeiðnum.

Skeiðið vendir sær serliga til fólk, sum hava brúk fyri týskum í sínum arbeiði; sum t.d. fólk á kunningarstovum, ferðaskrivstovum, gistingarhúsum, matstovum o.s.fr. Men av tí at munnligt samskifti stendur í miðdeplinum, hóskar skeiðið eisini væl til onnur, sum eru áhugað í at læra at tosa týskt ella at fríska uppaftur tað týska málið.

Kostnaður fyri skeiðið v/mvg er kr. 3.995,-
Undirvísari er Turid Thomsen
Undirvísingartilfar: Tilfar/lærubók er íroknað skeiðið

Støði og fortreytir
Ongar ávísar fortreytir eru neyðugar, men hevur tú havt týskt í fólkaskúlanum ella á miðnámi, er tað ein fyrimunur.

Tíð og stað
Skeiðið verður hósdag fyrrapart kl. 10-12 í skúlanum í Lamba. Skeiðið verður 10 ferðir tilsamans hesar dagar:

12. apríl
19. apríl
3. mai
17. mai
24. mai
31. mai
7. juni
14. juni
21. juni
28. juni

MELDA TIL

Lærubók

April 12 2018

Details

Date: 12. April
Time: 10:00 - 12:00
Cost: 3.995KR

Venue

Lamba Skúli

Lamba, Faroe Islands

+ Google Map