Temakvøld í Føroyahúsinum í KBH

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Temakvøld í Føroyahúsinum í KBH

VIT MUGU TORA AT TOSA UM BARNIÐ OG SKEMMARAN

Mánakvøldið 22. mai heldur sálarfrøðingur Bjørt Lind fyrilestur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Pædofili og siðamisbrot er ikki bara nakað, sum hendir úti i stóru verð. KRIS, ið arbeiðir við at ráðgeva og hjálpa børnum og familjum, sum uppliva siðamisbrot í Føroyum, fær uml. 40-60 fráboðanir um árið um kynsligan ágang móti børnum. Hetta svarar til umleið 1 áheitan um vikuna. Endamálið við temakvøldinum um pædofili, er at upplýsa og læra um eitt evnið, sum er eitt stórt tabu í flest øllum samfeløgum.

Fyrilesturin hjá Bjørt Lind fer at snúgva seg um barnið, ið hevur verið fyri kynsligum ágangi; tekin, reaktiónir og árin. Aftaná steðgin fer fyrilesturin eisini at snúgva seg um skemmaran; m.a. ástøði um pædofili, siðamisbrot, skemmaran, sum ikki er pædofilur, miðlaviðgerð av evninum osfr.

Aftaná fyrilesturin leiðir sálarfrøðingurin Maibritt Højgaard frá bituff orðaskifti, har høvi verður at seta spurningar og tosa um, hvussu vit sum borgarar á besta hátt kunnu handfara kynsligan ágang móti børnum. Pædofili og siðamisbrot kunnu hava stórar kensluligar, persónligar og samfelagsligar avleiðingar fyri øll, og tí mugu vit tora at tosa um barnið, og vit mugu tora at tosa um skemmaran.
Kendi føroyski sangarin Stanley Samuelsen luttekur á temakvøldinum og fer at syngja sangin Ískøld eygu, ið snýr seg um sama evnið.

May 22 2017

Details

Date: 22. May, 2017
Time: 19:30 - 22:00

Venue

Føroyahúsið

Keypmannahavn, Denmark

+ Google Map