Talgild tekning

Loading Tiltøk

Talgild tekning

Nú hevur tú møguleika at melda teg til skeið í talgildari tekning og hervið styrkja tíni visuellu samskiftisevni enn meira. Skeiðið verður hildið í døgunum 12. og 13. februar 2019.

Skapa áhuga og innliving við at tekna og lýsa tína hugsan, prosessir og verkætlanir visuelt. Øll kunnu læra at samskifta visuelt og greitt. Skeiðshaldari er danski Jesper Oehlenschläger, ið hevur drúgvar royndir innan visuella miðlan og samskifti.

Hvør kann luttaka?
Skeiðið er ætlað øllum, sum eru áhugaði í visuellum samskifti. Ert tú leiðari, undirvísari ella starvsfólk, so kanst tú fáa nyttu av at styrkja tíni samskiftisevni. Fyri at luttaka á skeiðnum, er neyðugt at hava grundførleikar í grafiskari fasilitering.

Tíð og kostnaður
Týsdagin og mikudagin 12. og 13. februar 2019 frá kl. 9-15.
Luttøkukostnaður: 6.495 kr. íroknað mvg, tilfar og ábit.
Stað: Norðurstova í Norðurlandahúsinum.

MELDA TIL

February 12 2019

Details

Start: 12. February, 2019 - 09:00
End: 13. February, 2019 - 15:00
Cost: 6495KR