Talgild tekning

Loading Tiltøk

Talgild tekning

Skeið í talgildari tekning verður hildið í døgunum 8. og 9. oktobur 2019.

Skapa áhuga og innliving við at tekna og lýsa tína hugsan, prosessir og verkætlanir visuelt. Øll kunnu læra at samskifta visuelt og greitt. Skeiðshaldari er danski Jesper Oehlenschläger, ið hevur drúgvar royndir innan visuella miðlan og samskifti.

Hvør kann luttaka?
Skeiðið er ætlað øllum, sum eru áhugaði í visuellum samskifti. Ert tú leiðari, undirvísari ella starvsfólk, so kanst tú fáa nyttu av at styrkja tíni samskiftisevni. Fyri at luttaka á skeiðnum, er neyðugt at hava grundførleikar í grafiskari fasilitering.

Tíð og kostnaður
Týsdagin og mikudagin 8. og 9. oktobur 2019 frá kl. 9-15.
Luttøkukostnaður: 6.495 kr. íroknað mvg, tilfar og ábit.

Meira kunning um stað og tilmelding verður løgd út seinni.

October 08 2019

Details

Start: 8. October, 2019 - 09:00
End: 9. October, 2019 - 15:00
Cost: 6495KR