Runavík: Grafisk Fasilitering I

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Runavík: Grafisk Fasilitering I

Betri undirvísing, fundir og samstarv

Í arbeiðslívinum krevst ofta, at vit duga at lýsa hugskot, tankar og uppgávur á ein sjónligan hátt. Er tað vanligt fyri teg at tekna kassar, rundingar, strikur og pinnamenn á whiteboards, talvur ella flip over, so er verkstovan í Grafiskari Fasilitering (GF) nakað fyri teg.

GF merkir heilt einfalt, at tú teknar ímyndir og skap, so tín boðskapur gerst lættari hjá áhoyrarunum at skilja. GF er kent um allan heim og verður brúkt bæði í KT-vinnuni, byggivinnuni, handilsvinnuni, bankum, almennum stovnum, barnagørðum, skúlum, hægri útbúgvingar-stovnum osfr. Besta grundgeving fyri at nýta GF í arbeiðshøpi er, at menniskjaheilin betri skilir myndir enn tekst.

Á hesum skeiði lærir tú skjótt og lætt grundleggjandi grafiskar teknikkir, og eftirsum vit venja meginpartin av tíðini, kennir tú teg beinanvegin nóg tryggan at leypa útí tað og nýta GF í tínum arbeiði.

TAÐ ER ALS IKKI NEYÐUGT AT DUGA AT TEKNA FYRI AT LUTTAKA!

Kunning
Undirvísarar eru Turið Petursdóttir og Rannvá Troest.

Skeiðið verður hildið í Skótahúsinum við Løkin mánadagin 18. septembur frá kl. 9.00 til 15.00 og í hølum hjá Starvsmannafelagnum í Tórshavn mánadagin 25. septembur frá kl. 9.00 til 15.00.

September 18 2017

Details

Date: 18. September, 2017
Time: 09:00 - 15:00
Cost: 3.495KR

Venue

Skótahúsið við Løkin

Runavík, 600 Faroe Islands

+ Google Map