Hvussu finni eg røttu starvsfólkini og varðveiti tey?

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Hvussu finni eg røttu starvsfólkini og varðveiti tey?

Fríggjadagin 20. apríl bjóðar bituff til Vinnurák, sum er ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk nútímans evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið, hesaferð um útvegan av starvsfólki.

At finna røttu starvsfólkini tekur nógva tíð, er kostnaðarmikið og kann verða ein sera fløkjalig tilgongd sum ofta verður undirmett. At seta rætta starvsfólkið, er mangan lættari sagt enn gjørt. Men tað eru fá viðurskifti, ið hava størri ávirkan á gongdina í eini fyritøku – til tað betra ella tað verra – enn fólkini, sum verða sett í starv. Ein røtt starvssetan kann skapa stóra framgongd, meðan ein skeiv starvssetan kann fáa keðiligar avleiðingar fyri eina fyritøku.

Hendan dagin fara vit at hyggja eftir hvussu tú sum leiðari fært fatur í røttu starvsfólkunum? Hvussu finnur tú tey? Hvussu veitst tú, at tú hevur funnið rætta fólki? Hvat skalt tú gera fyri at varðveita góðu fólkini? Hvussu kanst tú skapa eitt mennandi starv yvir langa tíð fyri tíni starvsfólk, so tey ikki steðga upp ella rýma?

Tiltakið er samansett við fyrilestri og verkstovu, har skift verður millum ástøði og venjingar, soleiðis, at luttakararnir fáa sum mest burturúr.

Oda Ellingsgaard leiðir dagin og fer at deila sína vitan og nógvu royndir innan økið við luttakararnar. Oda hevur arbeitt á altjóða marknaðinum við útvegan av starvsfólki seinastu nógvu árini. Í løtuni arbeiðir hon sum Talent Acquisition Partner hjá stóru donsku fyritøkuni Novo Nordisk. Kom og lurta og lær av Odu Ellingsgaard fríggjadagin 20. apríl kl. 13.00 til 16.00 í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum.

Les meira um Odu Ellingsgaard HER

Um tú kundi hugsað tær meira íblástur og vitan um hetta evni, so ver vælkomin til Vinnurák, sum verður hildið í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 20. apríl kl. 13-16. Tiltakið er æltað øllum teimum, ið hava áhuga fyri starvssetan og headhunting.

Kostnaður 395 kr. íroknað mvg.
Melda til HER!

Les eisini um tiltakið 25. mai: Hvussu finni eg mína starvsleið?

April 20 2018

Details

Date: 20. April
Time: 13:00 - 16:00
Cost: 395KR