Hvussu finni eg mína starvsleið?

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Hvussu finni eg mína starvsleið?

Fríggjadagin 25. mai bjóðar bituff aftur til Vinnurák, sum er ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk nútímans evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið, hesaferð um at finna sína starvsleið. Vinnurákið vendir sær til leiðarar, HR-fólk
og einstaklingar sum ynskja at arbeiða skipað við hugtakinum starvsleið.

Hvat er ein starvsleið? Hvussu geri eg eina ætlan fyri mína starvsleið? Hvussu menni eg mína starvsleið? Hvat motiverar meg? Hvørjar eginleikar havi eg í posanum, sum eg kann arbeiða við?

HVUSSU FYRIREIKI EG MEG TIL MÍNA SETANARSAMRØÐU?
Góð og hent ráð um hvussu tú ger eitt gott CV?

Dagurin er samansettur við smærri fyrilestrum og verkstovum, har skift verður millum ástøði og venjingar, so luttakararnir fáa sum mest burturúr.

Oda Ellingsgaard leiðir dagin og deilir sína vitan og nógvu royndir innan økið við okkum. Oda hevur arbeitt á altjóða marknaðinum við útvegan av starvsfólki seinastu nógvu árini. Í løtuni arbeiðir hon sum Talent Acquisition Partner hjá stóru donsku fyritøkuni Novo Nordisk. Kom og lurta og lær av Odu Ellingsgaard fríggjadagin 25. mai kl. 13.00 til 16.00 í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum.

Les meira um Odu Ellingsgaard HER!

Um tú kundi hugsað tær meira íblástur og vitan um hetta evni, so ver vælkomin til Vinnurák, sum verður hildið í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 25. mai kl. 13-16. Tiltakið er æltað øllum teimum, ið hava áhuga fyri starvsleið og starvsmenning.

Meira kunning HER

Kostnaður 395 kr. íroknað mvg.
Avmarkað pláss
Melda til HER!

May 25 2018

Details

Date: 25. May
Time: 13:00 - 16:00
Cost: 395KR