Mynstring og avmynstring í starvinum

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Mynstring og avmynstring í starvinum

MELDA TIL HER

MYNSTRING OG AVMYNSTRING Í STARVINUM

Mynstringin á nýggja arbeiðsplássinum er neyðug, um nýggja starvsfólkið skal støðast væl. Góða avmynstringin er týdningarmikil bæði hjá starvsfólkinum sum veittrar arbeiðslívinum far væl, men sanniliga eisini hjá starvsfeløgum og umdøminum hjá arbeiðsplássinum.

Hósdagin 11. oktobur bjóðar bituff til Vinnurák, sum er ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk nútímans evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið, hesaferð um mynstring og avmynstring. Fyritøkur brúka hópin av orku í setanartilgongdini – men, hvussu tá starvið er sett? Ofta verður góða byrjanin ella mynstringin ikki raðfest nóg ovarliga. Nógvar góðar orsøkir kunnu vera til tess, men tað loysir seg at kýta seg, so nýggja starvsfólkið fær eina góða mynstring.

Í grannalondum vísa hagtøl, at 25% av nýggju starvsfólkunum siga upp innan eitt ár. Kapping er um bestu starvsfólkini, og minni skal til, fyri at fólk søkja nýggjar leiðir. Tá mynstringin ikki er nóg góð, minkar motivatiónin, og starvsfólkið er sera vónbrotið, tá tað sigur upp. Hvørja ferð kostar tað fyritøkuni hópin av orku og peningi, umframt at tað frættist, at fyritøkan ikki tekur hond um nýggj starvsfólk.

So, hvørji ráð eru til at taka? Hvussu gerst byrjanin ella mynstringin á fyritøkuna góð?

Meðan mynstringin snýr seg um góðu byrjanina – snýr avmynstringin seg um góða endan á arbeiðslívinum. Ljós verður varpað á, hvussu skiftið frá arbeiðslívið til lívið sum pensjonist kann gerast gott. Bergtóra hevur arbeitt nógv við evnunum, hvat starvsfólk og arbeiðspláss kunnu gera, so talan verður um eina góða tilgongd. Tøl aðrastani vísa, at nøkur uppliva hetta við at gerast pensjonistur sum eina kreppu. Men hvørji ráð eru til at taka? Hetta verður viðgjørt hendan dagin um mynstran og avmynstran.

Fyrilestrahaldari er Bergtóra Høgnadóttir, sum er HR-leiðari og hevur arbeitt við góðu mynstringini (onboarding) og avmynstringini (offboarding) í sambandi við útbúgving sína sum mastari í positivari sálarfrøði.
Hon hevur hópin av vitan, dømum og royndum um, hvat skal til, fyri at skapa bestu mynstringina og avmynstringina. Um tú kundi hugsað tær meira íblástur og vitan um hetta evnið, so ver vælkomin til Vinnurák, sum verður hildið í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum hósdagin 11. oktobur kl. 13-16.

Melda til HER.

October 11 2018

Details

Date: 11. October
Time: 13:00 - 16:00
Cost: 395KR