Hvussu kunnu fyritøkur og stovnar styrkja sín samleika?

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Hvussu kunnu fyritøkur og stovnar styrkja sín samleika?

HVUSSU KUNNU FYRITØKUR OG STOVNAR STYRKJA SÍN SAMLEIKA?

Fríggjadagin 8. juni bjóðar bituff aftur til Vinnurák. Hesaferð er tað Ólavur Jensen, ið fer at tosa um evnið Hvussu kunnu fyritøkur og stovnar styrkja sín samleika?

Vinnurák er ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk evni, ið eru viðkomandi fyri vinnulív, stovnar og einstaklingar. Hetta er ein seinnapartur, har tú ikki skalt hugsa um annað enn at fáa nýggjan íblástur og hitta fólk.

Hvussu kann man at styrkja samleikan hjá fyritøkum og stovnum? Hvussu stóran týdningin hava virðir fyri einum góðum arbeiðsplássi, góðum samskifti, eini kveikjandi leiðslu og dugnaligum starvsfólkum. Vit kenna fyritøkur ið hava megnað at bygt ein sterkum samleika, m.a. Apple, Facebook og Google og í Føroyum hava vit eisini dømi um fyritøkur og stovnar við sterkum samleika. Hvat er tað hesar fyritøkur eydnast við?

Á Vinnurákinum 8. juni fer Ólavur Jensen at tosa um hvat skal til fyri at byggja ein sterkan samleika, sum leggur eitt haldgott støði undir marknaðarføring, kundarøkt og sølu. Ólavur hevur í nógv ár arbeitt sum sølu-, samskiftis- og marknaðarleiðari í fíggjarheiminum, og hevur drúgvar royndir frá arbeiði á strategiskum støði við samleika hjá fyritøkum. Ólavur hevur eina fíggjarútbúgving og eina Master í leiðslu. Afturat sær á Vinnurákinum, hevur hann samstarvsfelagan Camillu Frederiksen frá fyritøkuni Stereo Associates, sum í gerandisdegnum arbeiðir við samleika og samskifti hjá fyritøkum og stovnum á altjóða marknaðinum.

Trýs HER fyri at lesa eisini grein um hvussu tú ongantíð verður liðugur at arbeiða við samleikanum.

Tiltakið er ætlað tykkum, ið eru áhugaði í samleika og branding og tykkum, sum ynskja at arbeiða miðvíst og professionelt við samleika. Tiltakið er eisini viðkomandi fyri kommunur og feløg, tvs. fakfeløg, áhugafeløg, ítróttarfeløg v.m.

Um tú kundi hugsað tær meira íblástur og vitan um hetta evni, so ver vælkomin til Vinnurák fríggjadagin 8. juni kl. 13.00 – 16.00 í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum.

Kostnaður 395 kr. íroknað mvg.
MELDA TIL
Eisini ber til at melda til við at skriva til info@bituff.com, og so senda vit faktura.

June 08 2018

Details

Date: 8. June
Time: 13:00 - 16:00
Cost: 395KR