Grafisk Fasilitering I

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Grafisk Fasilitering I

Betri undirvísing, fundir og samstarv

Grafisk Fasilitering (GF) er kent um allan heim og verður brúkt bæði innan undirvísing og í arbeiðslívinum. Besta grundgeving fyri at nýta GF í arbeiðshøpi er, at menniskjaheilin betri skilir myndir enn tekst. Í arbeiðslívinum krevst ofta, at vit duga at lýsa hugskot, tankar og uppgávur á ein sjónligan hátt. GF merkir heilt einfalt, at tú teknar ímyndir og skap, so tín boðskapur gerst lættari hjá áhoyrarunum at skilja.

Á hesum skeiði lærir tú skjótt og lætt grundleggjandi grafiskar teknikkir, og eftirsum vit venja meginpartin av tíðini, kennir tú teg beinanvegin nóg tryggan at leypa útí tað og nýta GF í tínum arbeiði.

TAÐ ER ALS IKKI NEYÐUGT AT DUGA AT TEKNA FYRI AT LUTTAKA Á SKEIÐNUM!

Skeiðið verður hildið í Lamba Skúla mikudagin 22. novembur frá kl. 9.00 til 15.00.

Kostnaður: 3.495 kr. íroknað mvg, tilfar og ábit.

MELDA TIL HER

Undirvísarar eru Turið Petursdóttir og Rannvá Troest. Les meira HER.

Til ber eisini at bíleggja skeiðið skræddaraseymað til tína fyritøku ella stovn við at senda ein teldupost til info@bituff.com

November 22 2017

Details

Date: 22. November, 2017
Time: 09:00 - 15:00
Cost: 3.495KR