Grafisk Fasilitering I

Loading Tiltøk

Grafisk Fasilitering I

Grafisk Fasilitering ger samskifti lættari
Lættari hjá tær at miðla tín boðskap!
Lættari hjá tínum luttakarum at skilja evnið!
Lættari hjá tykkum at seta felags mál!

BETRI UNDIRVÍSING, FUNDIR OG SAMSTARV
Grafisk Fasilitering (GF) er kent um allan heim og verður brúkt bæði innan undirvísing og í arbeiðslívinum. Besta grundgeving fyri at nýta GF í arbeiðshøpi er, at menniskjaheilin betri skilir myndir enn tekst. Í arbeiðslívinum krevst ofta, at vit duga at lýsa hugskot, tankar og uppgávur á ein sjónligan hátt. GF merkir heilt einfalt, at tú teknar ímyndir og skap, so tín boðskapur gerst lættari hjá áhoyrarunum at skilja.

Á hesum skeiði lærir tú skjótt og lætt grundleggjandi grafiskar teknikkir, og eftirsum vit venja meginpartin av tíðini, kennir tú teg beinanvegin nóg tryggan at leypa útí tað og nýta GF í tínum arbeiði.

TAÐ ER IKKI NEYÐUGT AT DUGA AT TEKNA!

Skeiðið verður hildið mánadagin 14. januar frá kl. 9.00 til 15.00.

Kostnaður: 3.495 kr. íroknað mvg, tilfar og ábit.

Undirvísarar eru Turið Petursdóttir og Rannvá Troest.

MELDA TIL við at skriva til info@bituff.com

Les eisini um skeiðið í Talgildari Tekning 12. og 13. februar og skeiðið í Grafiskari Fasilitering II, sum verður leygardagin 23. februar.

Til ber eisini at bíleggja skeiðið skræddaraseymað til tína fyritøku ella stovn. GF er eisini eitt sera vælhóskandi amboð til starvsfólkadagar, les meira HER.

January 14 2019

Details

Date: 14. January, 2019
Time: 09:00 - 15:00
Cost: 3495KR