Grafisk Fasilitering I

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Grafisk Fasilitering I

MELDA TIL HER!

Grafisk Fasilitering ger samskifti lættari
Lættari hjá tær at miðla tín boðskap!
Lættari hjá tínum luttakarum at skilja evnið!
Lættari hjá tykkum at seta felags mál!

BETRI UNDIRVÍSING, FUNDIR OG SAMSTARV
Grafisk Fasilitering (GF) er kent um allan heim og verður brúkt bæði innan undirvísing og í arbeiðslívinum. Besta grundgeving fyri at nýta GF í arbeiðshøpi er, at menniskjaheilin betri skilir myndir enn tekst. Í arbeiðslívinum krevst ofta, at vit duga at lýsa hugskot, tankar og uppgávur á ein sjónligan hátt. GF merkir heilt einfalt, at tú teknar ímyndir og skap, so tín boðskapur gerst lættari hjá áhoyrarunum at skilja.

Á hesum skeiði lærir tú skjótt og lætt grundleggjandi grafiskar teknikkir, og eftirsum vit venja meginpartin av tíðini, kennir tú teg beinanvegin nóg tryggan at leypa útí tað og nýta GF í tínum arbeiði.

TAÐ ER IKKI NEYÐUGT AT DUGA AT TEKNA!

Skeiðið verður hildið leygardagin 3. novembur frá kl. 9.00 til 15.00 í Lamba Skúla.

Kostnaður: 2.495 kr. íroknað mvg, tilfar og ábit.

Undirvísarar eru Turið Petursdóttir og Rannvá Troest.

MELDA TIL HER!

Les eisini um VIZFO2018, sum verður hósdagin 8. novembur.

Til ber eisini at bíleggja skeiðið skræddaraseymað til tína fyritøku ella stovn við at senda ein teldupost til info@bituff.com.

November 03 2018

Details

Date: 3. November
Time: 09:00 - 15:00
Cost: 2.495KR

Venue

Lamba Skúli

Lamba, Faroe Islands

+ Google Map