Grafisk Fasilitering I – Betri undirvísing, fundir og samstarv

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Grafisk Fasilitering I – Betri undirvísing, fundir og samstarv

Betri undirvísing, fundir og samstarv

Grafisk Fasilitering (GF) er kent um allan heim og verður brúkt bæði innan undirvísing og í arbeiðslívinum. Besta grundgeving fyri at nýta GF í arbeiðshøpi er, at menniskjaheilin betri skilir myndir enn tekst. Í arbeiðslívinum krevst ofta, at vit duga at lýsa hugskot, tankar og uppgávur á ein sjónligan hátt. GF merkir heilt einfalt, at tú teknar ímyndir og skap, so tín boðskapur gerst lættari hjá áhoyrarunum at skilja.

Á hesum skeiði lærir tú skjótt og lætt grundleggjandi grafiskar teknikkir, og eftirsum vit venja meginpartin av tíðini, kennir tú teg beinanvegin nóg tryggan at leypa útí tað og nýta GF í tínum arbeiði.

TAÐ ER ALS IKKI NEYÐUGT AT DUGA AT TEKNA FYRI AT LUTTAKA Á SKEIÐNUM!

Skeiðið verður hildið mánadagin 26. februar frá kl. 9.00 til 15.00 í hølum hjá Starvsmannafelagnum.

Kostnaður: 3.495 kr. íroknað mvg, tilfar og ábit. Melda til HER

Undirvísarar eru Turið Petursdóttir og Rannvá Troest. Les meira HER.

Til ber eisini at bíleggja skeiðið skræddaraseymað til tína fyritøku ella stovn við at senda ein teldupost til info@bituff.com.

February 26 2018

Details

Date: 26. February
Time: 09:00 - 15:00
Cost: 3.495KR

Venue

Starvsmannafelagið

Tórshavn, Faroe Islands

+ Google Map