Tænastur

Umvegis hesi trý kjarnuøki, bjóða vit fjølbroyttar tænastur, ið verða samansettar eftir ynski og tørvi. Vit arbeiða út frá hvørjari einstakari uppgávu og tørvinum hjá tí einstaka kundanum.

RÁÐGEVING

phone

Saman við tykkum sniðgeva vit innihaldið til tykkara starvsfólkadag, og tryggja at dagurin er við til at styrkja felagsskapin og felags stevið á tykkara arbeiðsplássi.

  • Menningar- og kveikingardagar
  • Temadagar
  • Big Room Planning
  • Perfect days

Skriviuppgávur og umseting

  • Umseting spanskt, enskt, danskt & føroyskt
  • Greiningar
  • Frágreiðingar
  • Tilmæli
  • Tekstur til heimasíður, vangamyndir o.a.

Inhouse

bituff tekur sær fegin av at loysa uppgávur inhouse fyri tína fyritøku ella stovn. Set teg í samband við okkum og vit meta um uppgávuna.

Marknaðarførðsla

Vit veita ráðgeving í sambandi við optimering av tíni marknaðarførðslu. Saman við tykkum, kunnu vit gera eina ætlan fyri tykkara marknaðarførðslu og síðan seta saman ein hóskandi pakka við ymsum átøkum, ið samsvara við tykkara tørv og hóskar til støddina á fyritøkuni.

Grafisk skjalføring er ein sjónbar endurgeving av t.d. einum fundi, framløgu, tiltaki ella ráðstevnu. Vit koma til tiltakið og tekna eina eina 4 til 6 metur langa tekning.

FYRISKIPAN

VD2

Ein seinnapartur, har tú ikki skalt hugsa um annað enn at fáa nýggjan íblástur og hitta fólk. Hygg hvørji Vinnurák eru á breddanum nú.

Árligi dagurin fyri fólk, ið arbeiða við verkætlanum. Verkætlanardagurin 2019 verður 22. mars.

Ein íblástrardagur um visuelt samskifti. VIZ FO 2018 er ætlað øllum, ið longu brúka Grafiska Fasilitering og tykkum, ið ongantíð hava roynt tað fyrr. Dagurin verður hildin 8. novembur 2018. Meira kunning á forsíðuni.

Upplivingar

Vit sniðgeva vinnu- og starvsfólkadagar við serligum upplivingum bæði í Føroyum og uttanlands.

Mín starvsleið

Ein temaløta, har tú fært íblástur og hoyrir royndar persónar greiða frá sínari starvsleið.

FØRLEIKAMENNING

sussex-business-school-course-level-7-strategic-coaching-and-mentoring

Grafisk fasilitering (GF) er eitt spennandi og vælegnað samskiftis- og arbeiðsamboð sum kann nýtast av øllum vinnubólkum. GF merkir heilt einfalt, at tú teknar ímyndir og skap, so tín boðskapur gerst lættari at skilja og tú kanst nýta GF til at miðla á fundum, lýsa strategi og menning av tænastum og vørum.

Lær at brúka framløguamboðið Prezi á netinum við serligum møguleikum at gera spennandi visuellar framløgur. Prezi er til tín, ið ynskir at læra at brúka eitt nýtt amboð sum alternativ ella ískoyti til PowerPoint.

Agile

  • Scrum
  • Product Owner
  • SAFe

Málskeið verða fyriskipaði regluliga. Í løtuni eru skeið í týskum og sponskum á skránni. Hygg á breddan fyri at síggja hvørji eru á skránni

Nudging

Nudging merkir at geva eitt kerligt ella varligt skump og snýr seg um at nýta leiðreglur, ið ávirka hvussu fólk taka støðu um virðir og atburð sum tey gjarna vilja taka, men onkusvegna eru forðaði í. Vit bjóða skeið og fyrilestrar í nudging.

Leiðsluskeið

Í samstarvi við einstøku fyritøkuna/stovnin gera vit sniðgeva vit leiðsluskeið eftir tykkara ynskjum og tørvi.