Set X í kalendaran longu nú!

Set X í kalendaran longu nú!

Verkætlanardagurin 2019 verður hildin fríggjadagin 22. mars frá kl. 9.00 – 17.00.
Hetta er sostatt triðja árið á rað at dagurin verður fyriskipaður.

Í 2017 var høvuðsevnið HVAT ER EIN GÓÐUR VERKÆTLANARLEIÐARI og í 2018 var evnið SMIDLIG VERKÆTLANARLEIÐSLA – hví, hvat og hvussu. Evnið fyri 2019 verður kunngjørt seinni í ár.

Dagurin er ætlaður tær, ið onkusvegna arbeiðir við verkætlanum. Á verkætlanardegnum gera vit ikki mun á fak- ella vinnuøki, men ynskja at menna verkætlanarleiðslu sum amboð, tilgongd, ástøði og yrkisleið.

Vælkomin til Verkætlanardagin 22. mars 2019.

Kostnaður 2.495 kr. íroknað MVG
Melda til við at skriva til info@bituff.com.

Sí myndir frá Verkætlanardegnum 2018