Samleiki skal merkjast í búkinum

Samleiki skal merkjast í búkinum

Hetta søgdu Ólavur og Camilla, sum leiddu Vinnurákið seinasta fríggjadag 8. juni í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum.

Vinnurákið snúði seg hesaferð um samleika hjá fyritøkum og stovnum. Ólavur Jensen og Camilla Frederiksen, sum bæði eru serfrøðingar á økinum, tó innan hvør sítt umráði, suppleraðu serstakliga væl hvønn annan. Ólavur tók støði í virkisgrundarlagnum og innara og uttara lagnum á samleikahjólinum. Camilla tosaði um týdningin av storytelling og um hvussu neyðugt tað er at tosa til bæði tí kensluligu og tí rationellu síðuna av heilanum hjá fólki tá talan er um branding.

Tiltakið varð býtt upp í ástøði og verkstovu, og allir luttakararnir fóru væl nøgdir heim við nýggjum amboði og nýggjari vitan. bituff takkar Ólavi, Camillu og øllum teimum, sum luttóku á Vinnurákinum.