Nýggjur íblástur á VIZ FO 2018

Nýggjur íblástur á VIZ FO 2018

Í dag varð VIZ FO 2018 hildið í Norðurlandahúsinum. Dagurin var spekkaður við nýggjum hugskotum, teknikki og íblástri innan visuelt samskifti. Danin Jesper Oehlenschläger, ið hevur sera nógvar royndir innan grafiska fasilitering, var undirvísari á degnum. Luttakararnir komu frá ymsum vinnugreinum og teknaðu allan dag á tamb og fóru væl nøgdir heim við nýggjum lærdómi í skjáttuni.

VIZ FO verður hildið aftur hósdagin 7. novembur 2019.