Mongun brestur ætlan

Mongun brestur ætlan

Aftur í ár skipar bituff fyri einari spennandi ráðstevnu fyri verkætlanarleiðarar og teimum, ið arbeiða við verkætlanum í fyritøkum og á stovnum. Dagurin er fyri allar verkætlanarleiðarar og teirra leiðarar.
Evnið á Verkætlanardegnum í ár er agil verkætlanarleiðsla.

Mitt í 80-unum kom smidlig ella agil verkætlanarleiðsla fram fyri fyrstu ferð á ein skipaðan hátt. Smidligi leisturin varð mentur í KT-vinnuni, tí KT-vinnan upplivdi, at teirra verkætlanir kiksaðu oftari, enn tær riggaðu. Upp ímóti 70-80 % av øllum verkætlanunum náddu ikki ásettu málunum, so eingin ivi var um, at gongdin mátti vendast. Svarið funnu KT-fólkini m.a. í ikki at leggja so langar og neyvar ætlanir, og hetta hava vit, sum arbeiða við verkætlanarleiðslu í øllum møguligum øðrum vinnum og fakøkjum fingið ágóðan av. Smidleika hava vit nevnliga øll brúk fyri. Ein sterk siðvenja innan verkætlanarleiðslu er annars, at leggja langar og neyvar ætlanir fyri verkætlanararbeiði frá byrjan til enda.

Ígjøgnum tíðina er ómetaliga nógv tíð og orka brúkt uppá at leggja ætlanir heilt niður í smálutir. Endamálið er at rokna tað heila út, áðrenn verkætlanin yvirhøvur er komin í gongd. Í einstøkum verkætlanum er hetta gjørligt, men ein vansi við hesari tilgongd kann verða, at ætlanin ikki altíð heldur. Nógv okkara, ið hava arbeitt við verkætlanum, kenna júst hetta, at mongum brestur ætlan. Í smidligari verkætlanarleiðslu leggur tú uppfyri fyri júst hesum og væntar, at tingini sjálvandi fara at broytast.

Í stuttum kann man lýsa smidligu arbeiðsgongdina soleiðis: 1. Finn útav hvat títt útgangsstøðið “A” er. 2. Finn útav hvar tú ynskir at enda “B”. Ger so eina ætlan um minsta fetið, tú kanst taka fyri at koma nærri “B” og set í gongd. Endurskoða so ætlanina, tá ið tú hevur arbeitt eitt skifti, og so endurtekur tú gongdina, til tú ert komin endaliga á mál “B”. Royndirnar við smidliga leistinum eru ótrúliga jaligar. Jeff Sutherland, sum er ein av upprunamonnunum til smidliga leistin Scrum, er kendur fyri at siga, at Scrum gjørt á rættan hátt, betrar tínar verkætlanir við 400 prosentum. Kanska smílist tú og hugsar at hetta er stórlæti, men kom til Verkætlanardagin 2018, sum verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Tórshavn 23. mars frá 9-17 og finn útav, um hetta er nakað, tú kanst fáa gleði av í tínum verkætlanum.

Á skránni fyri Verkætlanardagin 2018 hava vit bæði føroyskar og danskar røðarar, ið hava royndir innan ástøði og arbeiði við smidligari verkætlanarleiðslu. Evsta mál fyri dagin er at øll, ið koma til Verkætlanardagin, skulu fáa innlit í grundhugsan og amboð og fáa íblástur til at byrja ella arbeiða víðari við smidligari verkætlanarleiðslu.

Verkætlanardagurin er ætlaður verkætlanarleiðarum hjá tí almenna og í vinnulívinum, umframt øllum teimum, ið hava áhuga fyri verkætlanarleiðslu ella eru tilknýtt eini verkætlan óansæð vitanarstøði, royndir ella starvsøki.

Les meira HER