Kennir tú Vinnurák?

Kennir tú Vinnurák?

Hetta er ein seinnapartur, har tú bert skal hugsa um at fáa íblástur og hitta fólk. Vinnurák eru á breddanum við jøvnum millumbili og eru kunnandi fyrilestrar ella verkstovur, ið viðgera ymisk evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulív, stovnar og einstaklingar.

Undanfarnu Vinnurák snúðu seg um: Mynstring og avmynstring í starvinum, Hvussu fyritøkur og stovnar kunnu styrkja sín samleika?, Hvussu tú finnur røttu starvsfólkini og varðveitir tey og Hvussu tú finnur tína starvsleið.

Fylg við á breddanum hvørji komandi vinnurák eru á skránni.
Kostnaður fyri luttøku á einum Vinnuráki er 395 kr. v/mvg.