Hugsa teg um, og fyrireika teg væl!

Hugsa teg um, og fyrireika teg væl!

“Before you can succeed, you must prepare”

Hendan endurgeving hjá Abraham Lincoln var gjøgnumgangandi boðskapurin á Vinnurákinum fríggjadagin 25. mai í Norðurstovu, sum hesaferð snúði seg um starvsleið. Oda Ellingsgaard, sum leiddi Vinnurákið, legði stóran dent á, hvussu neyðugt tað er, at tú hugsar teg um, og fyrireikar teg væl, áðrenn tú søkir eitt starv. Heldur søkja fá størv, og brúka neyðugu tíðina til at arbeiða við CV og umsókn, soleiðis at tað veruliga sæst, at tú hevur sett teg inn í viðkomandi fyritøku og starv, og at tað samstundis samsvarar við tínar royndir og førleikar. Ger ein “topp 10 lista” við teimum størvum, tú metir áhugaverd, og ikki bara søkja alt tú sært og harvið fáa óneyðugar noktanir.

Neyðugt er at arbeiða við bæði CV og umsókn til hvørt starv, tú søkir. Tað er lætt at síggja á skjølunum, um alt er gjørt í skundi. Oda legði serstakliga stóran dent á CV’ið. Persónliga metir hon, at CV’ið, sum vísir viðkomandi útbúgvingar og royndir, er týdningarmiklasti parturin av eini umsókn. Oda kallaði sjálva umsóknina fyri permuna, sum kemur av enska orðinum Cover Letter. Í umsóknini (permuni) fært tú sum umsøkjari víst á motivatión osfr., tó nyttar lítið at vera motiveraður, um tú ikki hevur tær royndirnar og førleikarnar, sum starvið krevur. Tí er CV’ið altíð tað fyrsta, Oda lesur.

Hvat skal til fyri at tín umsókn kemur í rætta bunkan? Her hevði Oda hópin av góðum ráðum til luttakararnar. Tað eru sera nógv ting, ið kunnu gera seg galdandi júst her, og hjálpa tíni umsókn í rætta bunkan og møguliga víðari til samrøðuna og í síðsta enda at fáa starvið.

Tað var sera áhugavert at hoyra Odu greiða frá um, hvussu ymisk vit eru sum menniskju í mun til tey størv vit hóska inn í og um tey amboð, ið verða nýtt sum partur av leitanini eftir røttu persónunum til ymsu størvini. Tosað varð um størv til ávikavist serfrøðingin og íverksetaran, og hvussu hesi allarhelst ikki høvdu trivist í størvunum hjá hvørjum øðrum. Serfrøðingurin, t.d. ein flogskipari, skal hava neyðugu útbúgvingina fyri at fáa starvið, hvar íverksetarin, t.d. ein seljari, harafturímóti kann hava aðrar royndir og útbúgvingar enn júst eina søluútbúgving.

Oda greiddi eisini frá sjálvari starvslýsingini. Um hvussu nógv lættari tað er at finna rætta persónin, um hendan er vælskrivað og greið. Flestu luttakararnir vóru á einum máli um, at fleiri av starvslýsingunum líkjast nógv og at krøvini til umsøkjararnar ofta líkjast – óansæð um talan er um ein persón í serfrøðinga- ella íverksetarabólkinum.

At enda varð tosað um samrøðuna og hvørjum leitað verður eftir hjá persóninum, sum kemur til samrøðu. Eitt tað týdningarmiklasta er at royna at vera so natúrligur sum gjørligt, hóast nervar ofta spæla inn. Ikki vera bangin fyri sjálvur at seta spurningar um starvið; og áðrenn tú kemur til samrøðu, skalt tú eisini spyrja teg sjálvan, hví tú ynskir starvið, hvat tú veitst um fyritøkuna, hvørjir tínir veikleikar eru osfr.

Hetta er bert ein brøkpartur av øllum tí, sum Oda Ellingsgaard deildi við luttakararnar á Vinnurákinum. Nógv ítøkilig amboð og hugskot vórðu givin, og øll fóru væl nøgd heim við nýggjari vitan innan økið starvsleið.

Komandi Vinnurák, um samleika hjá fyritøkum, verður hildið í Norðurstovu fríggjadagin 8. juni kl. 13-16.
Les meira.