HR virðismett á altjóða arbeiðsmarknaðinum

HR virðismett á altjóða arbeiðsmarknaðinum

Neyðugt er at brúka góðar tilgongdir og neyðugu tíðina í sambandi við útvegan av starvsfólki bæði í almennu og privatu vinnuni. Hetta varð staðfest av Odu Ellingsgaard, sum í dag deildi sína vitan og royndir á fyrsta Vinnurákinum hjá bituff í fullsettari Norðurstovu seinnapartin í dag.

Oda Ellingsgaard arbeiðir sum Talent Adquisition Partner hjá stóru fyritøkuni Novo Nordisk, ið hevur umleið 42.000 starvsfólk. Novo Nordisk hevur høvuðssæti í Danmark við deildum worldwide. Hóast Novo Nordisk er sera stór í mun til størstu føroysku fyritøkurnar, dugdi Oda serstakliga væl at peika á amboð, sum eru galdandi óansæð stødd á fyritøkum.

Oda greiddi m.a. frá hvussu nógv størri týdning HR hevur fingið seinastu árini í eitt nú Novo Nordisk. Hetta kemst av at kappingin um arbeiðsfólkini er sera stór, og at fyritøkur tískil hava innsæð, at tað ikki er rætt at spara innan hetta økið. Høvi var eisini hjá luttakararnum at deila og royndir og vitan innan evnið hóast fakøkini vóru ymisk. Áhugin frá luttakararnum var stórur og nógvir spurningar komu frá salinum.

Komandi Vinnurák verður hildið fríggjadagin 25. mai, har Oda Ellingsgaard fer at tosa um Hvussu tú finnur røttu starvsleiðina. Les meira á www.bituff.com. Vinnurák er ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk evni, ið eru viðkomandi fyri vinnulívið. Hetta er ein seinnapartur, har tú ikki skalt hugsa um annað enn at fáa nýggjan íblástur heim við og at hitta áhugaverd fólk.