Glað starvsfólk eru great business

Glað starvsfólk eru great business

Hetta segði Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV, sum leiddi Vinnurákið hósdagin 11. oktobur í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum. Starvsfólk, sum ikki trívast eru hvørki loyal, engagerað ella produktiv. Tá starvsfólk trívast, verða tey meiri skapandi, tey gerast umboðsfólk fyri fyritøkuna, ávirka at onnur fáa hug at søkja arbeiði í fyritøkuni, tey verða verandi í longri tíð og tað gert lættari at leiða fyritøkuna. Tað er her mynstringin á nýggja arbeiðsplássinum er neyðug, um nýggja starvsfólkið skal støðast væl. Góða avmynstringin er somuleiðis týdningarmikil hjá starvsfólkinum sum veittrar arbeiðslívinum far væl.

Sera stórur áhugi var fyri Vinnurákinum, sum var fullsett og við eini sera fjølbroyttari viftu av luttakarum úr bæði almenna og privata geiranum. Øll vóru komin at leita sær vitan og íblástur frá Bergtóru Høgnadóttir um mynstring (onboarding) og avmynstring (offboarding) í starvinum.

Bergtóra helt eina framúr góða framløgu við einum serliga lívligum dámi. Hon dugdi sera væl at greiða frá sínum royndum við Onboarding og Offboarding, bæði í praksis í fyritøkuni, har hon starvast í dag, men eisini við íblástri og dømum frá øðrum fyritøkum í Føroyum og Danmark, har hon hevur starvast. Eisini tók hon støði í Masterútbúgvin sínari. Bergtóra kom við nógvum ítøkiligum dømum og hugskotum, sum fólk kundu taka við sær og møguliga eisini brúka á sínum egna arbeiðsplássi.

Pláss varð eisini fyri vitanardeiling, har luttakararnir valdu seg inn á On- ella Offboarding fyri síðan at kjakast/tosa um nakrar viðkomandi spurningar og eisini deila royndir og hugskot frá sær sjálvum.

Samanumtikið eitt sera gott og upplýsandi Vinnurák, og við hesum ynskir bituff at takka luttakarunum og Bergtóru Høgnadóttir fyri góða undirtøku og eitt gott tiltak!

Kennir tú vinnurák?