Eg dugdi at tekna, áðrenn eg dugdi at grulva

Eg dugdi at tekna, áðrenn eg dugdi at grulva

Hetta sigur Jesper Oehlenschläger, sum er undirvísari á VIZ FO 2018, ið er ein spennandi íblástrardagur um grafiska fasilitering. Jesper leggur afturat, at hann tey seinastu 5 árini hevur upplivað, hvussu stóran týdning visualisering hevur sum undirvísingar- og samskiftisamboð í alskyns høpum. Hann er í dag eisini vælnøgdur við at kunna rópa seg sjálvan Flipover-Freak og Whiteboard-Wizard.

H.C. Andersen segði: At ferðast er at liva….. Jesper kann á sama hátt staðfesta: At visualisera er at hugsa. Hetta noyðir okkum at vera meiri neyv í okkara hugsan, og tað hjálpir okkum at menna, granska og bjóða nýggja heiminum, vit liva í, av.

Jesper Oehlenschläger, ið hevur drúgvar royndir innan grafiska fasilitering, visuella miðlan og -samskifti, fer at geva íblástur og læra frá sær á VIZ FO 2018, sum verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum hósdagin 8. novembur frá kl. 9 – 15.

Les meira um dagin og tilmelding HER