Ágrýtnir luttakarar á skeiði í Grafiskari Fasilitering

Ágrýtnir luttakarar á skeiði í Grafiskari Fasilitering

Mándagin 26. februar var skeið í GF I og II hildið í hølum hjá Starvsmannafelagnum í Tórshavn. Skeiðsluttakararnir, sum vóru úr ymsum vinnugreinum við ymiskari bakgrund, vóru sera arbeiðssamir og áhugaðir í at læra hetta spennandi amboð. Undirvísingin varð skipað í 2 hølum við byrjunarstigi í øðrum og fyri víðarikomin í hinum. GF kann sostatt nýtast til alskyns endamál, bert hugflogið setir markið.

Komandi skeið í GF I og II vera hildin aftur í heyst. Lýst verður nærri seinni.