Vinnurák: Hvør er mín starvsleið?

Vinnurák: Hvør er mín starvsleið?

Hvat er ein starvsleið? Hvussu geri eg eina ætlan fyri mína starvsleið? Hvussu
 menni eg mína starvsleið? Hvat motiverar meg? Hvørjar eginleikar havi eg í
 posanum, sum eg kann arbeiða við? Verkstovan vendir sær til leiðarar, HR-fólk 
og einstaklingar sum ynskja at arbeiða skipað við hugtakinum starvsleið.

Hugtakið starvsleið sipar ofta til 1) ung og onnur, ið standa á gáttini til arbeiðslívið og skulu út á eina starvsleið, 2) tey, ið standa við eitt vegamót í lívinum og ynskja kanska at velja eina aðra starvsleið á einum nýggjum arbeiðsplássi ella í egnari fyritøku 3) tey, ið ynskja at menna sína starvsleið á tí arbeiðsplássinum tey longu eru á. 

Ein starvsleið vísir sostatt ikki bert til at eitt starvsfólk t.d. flytir seg
uppeftir í fyritøkuni og fær meira løn, meira ábyrgd og aðrar arbeiðsuppgávur. Í dag verður starvsleið lýst og brúkt í einum nógv breiðari týdningi, og modernaða
fyritøkan arbeiðir vanliga við fleiri starvsleiðum fyri at varðveita og menna
síni starvsfólk. Øll ynskja ikki og egna seg heldur ikki at gerast leiðarar og
stjórar, so starvsleið sum flytan “uppeftir” er ikki úttømandi. Okkara
starvsaldur er eisini vorðin hægri, so at halda seg á einari starvsleið er
kanska ikki realistiskt longur. Hendingar í lívinum og sjúka ella annað ger
kanska at valda starvsleiðin gerst ómøgulig og so má man hugsa um nýggjar starvsleiðir.

So hvussu ber til at arbeiða skipað við starvsleið? Hvørja starvsleið skalt tú velja? Tá ein starvsleið er funnin og starvið søkt, hvussu fyrireikar tú teg so best til eina setanarsamrøðu? Hvussu gert tú eitt gott CV? Hesar og mangar aðrar spurnignar fer Oda Ellingsgaard at umrøða, tá bituff fríggjadagin 25. mai 2018 bjóðar til Vinnurák í Norðurlandahúsinum frá 13-16 og sjóneykan verður sett á spennandi hugtakið: starvsleið.

Melda til